Klokkan: 13:15-14:15
Sýning av partinum: "Rím" úr Vinus og Vimús, sum Páll Danielsen úr Kringvarpinum hevur framleitt. Eftir tað fer tað at vera møguleiki fyri at spæla nøkur spøl úr Vinus og Vimús.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Klokkan: 13:15-14:15
Í 2007 gjørdi Jensina Olsen 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa. Sópa fer at koyra í loop á lítlum skermi við oyratelefonum í Perluni.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Sýndir vera fýra partar av nýggju heimildarseriuni ''Mín skúlaflokkur í Grønlandi'' og ein partur av ''Tann óveruliga verðin hjá Aldu''.
Stopmotion er ein filmsteknikkur, har tú nýtir marionettir, leir ella annað til at gera animatiónir. Vit kenna arbeiðsháttin úr røðini L fyri Lomb, sum ofta er at síggja í sjónvarpinum.
Martin Vang Vilhelm fer at leiða verkstovuna.