Býarbókasavnið

19. januar

Tekna manga-filmsplakat á ungdómsbókasavninum

Hvar?
Býarbókasavnið
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Mangaverkstova verður á ungdómsbókasavninum. Vit fara at tekna filmsplakat útfrá filminum Belle, sum verður vístur 18. januar kl. 15:30 og 19. januar kl. 14.00 í Havnar Bio. Men tað ber eisini til, at gera eina filmsplakat útfrá onkrari aðrari søgu ella filmi. Tað verður Anna Sofía Andreasen ið fer at hava verkstovuna.

Tey sum vilja, kunnu luttaka í einari kapping um bestu filmsplakat. Vinnarin fær gávukort til Havnar Bio.

Sí Facebook eventKeyp atgongumerki
Kostnaður:
Sí Facebook event

Ókeypis

Aðrir filmar

Vinus og Vimús + spøl

Hvar?
Perlan
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:
1-5 ár

Sýning av partinum: "Rím" úr Vinus og Vimús, sum Páll Danielsen úr Kringvarpinum hevur framleitt. Eftir tað fer tað at vera møguleiki fyri at spæla nøkur spøl úr Vinus og Vimús.

Klokkan: 13:15-14:15

Samstarv við Kringvarp Føroya.

Ernst og Selestina - føroysk tala

Hvar?
Varpið
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:
5+

Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari.

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi + Tann óveruliga verðin hjá Aldu

Hvar?
Havnar Bio
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:
9+

Sýndir verða fýra partar av nýggju heimildarseriuni ''Mín skúlaflokkur í Grønlandi'' og ein partur av ''Tann óveruliga verðin hjá Aldu''.