Klokkan: 10:30-20:00
Í 2007 gjørdi Jensina Olsen 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa. Sópa fer at koyra í loop á lítlum skermi við oyratelefonum í Perluni.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Klokkan: 10:30-20:00
Sýning av partinum: "Tróndur og Kári", úr Brævkassanum, sum Eyðun Müller Thomsen og Karen Kristianna Gram úr Kringvarpinum hava framleitt. Eftir tað fara Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Danny Baldursson, tónleikari, at svara spurningum, sum børn og vaksin kunnu seta teimum beinleiðis úr reyðu sofuni í Perluni.
Klokkan: 14:30-15:15
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Suzu er ein sera smæðin studentaskúlanæmingur, fangað í sínum egna mótloysi. Hon býr saman við pápa sínum í eini friðarligari bygd, og hon kemur bert saman við síni bestu vinkonu og bygdakórinum fyri vaksin. Men alt hetta broytist, tá Suzu uppdagar talgilda heimin “U” og fordjúpar seg í hesum stóra tykisheiminum, har hon er vakra sangarinnan Belle. Suzu verður alsamt meiri hugtikin av sínum online persóni, sum mótsett henni er elskað og væl umtókt.
Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna.
Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.