Hvat er dubbing?
Orðið "dubbing" kemur úr enskum og lýsir mannagongdina hvussu til ber leggja aðra rødd ella eitt annað tungumál til ein útlendskan film. Sjónleikarar inntala orð og setningar soleiðis at tey samsvara við munnrørslurnar hjá filmsleikarunum.
Børn sleppa at royna seg sum dubbarir! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Klokkan: 11:30-13:00
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Hvat er dubbing?
Orðið "dubbing" kemur úr enskum og lýsir mannagongdina hvussu til ber leggja aðra rødd ella eitt annað tungumál til ein útlendskan film. Sjónleikarar inntala orð og setningar soleiðis at tey samsvara við munnrørslurnar hjá filmsleikarunum.
Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna. Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.
Klokkan: 13:00-17:00
Sýndir verða fýra partar av nýggju heimildarseriuni ''Mín skúlaflokkur í Grønlandi'' og ein partur av ''Tann óveruliga verðin hjá Aldu''.
Sýning av partinum: "Tróndur og Kári", úr Brævkassanum, sum Eyðun Müller Thomsen og Karen Kristianna Gram úr Kringvarpinum hava framleitt. Eftir tað fara Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Danny Baldursson, tónleikari, at svara spurningum, sum børn og vaksin kunnu seta teimum beinleiðis úr reyðu sofuni í Perluni.
Klokkan: 14:30-15:15
Samstarv við Kringvarp Føroya.