Rókur hevur arbeitt við ymsum filmum, m.a. Ternet Ninja (en: Checkered Ninja), sí trailara her: https://www.youtube.com/watch?v=JomgeiCFJ6E
Ókeypis atgongd. Sí tiltaki á https://varpid.fo/tiltak/barnafilms-festivalur-sunnudag-19-januar/
Rókur Heinesen fer at greiða frá sínum royndum í animasjónsarbeiði.

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir.
Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari.