Klokkan: 10:30-11:15
Í 2006 gjørdu Angela og Hannibal sendingina KLÚ. Tey bæði hava veruliga brúk fyri klú, tí Angela og Hannibal eru tveir detektivar, sum royna at fanga forherðingin Ib Ulrik. Hesin óargaligi Ib Ulrik bara stjelur og ætlar at byggja eina rakett og rýma til Mars.
Vit sýna tveir partar av KLÚ, og eftir tað fara Angela og Hannibal at upptraðka við stuttligum undirhaldi!
(Tiltakið er ókeypis)
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Klokkan: 10:30-11:15
Kom og royn teg í einum green screen studio - tú sleppur at velja millum nakrar video-bakgrundir, og síðani verður tú ein partur av filminum.
Raclip kemur at standa fyri verkstovuni.
Sýndir vera fýra partar av nýggju heimildarseriuni ''Mín skúlaflokkur í Grønlandi'' og ein partur av ''Tann óveruliga verðin hjá Aldu''.
Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari.